Gjøgnum samrøðu kunnu vit byggja upp álít, styrkja fólkaræðið og fáa fram røddir, sum sjáldan hoyrast í okkara kjaki. Á netverksfundunum í TIMEOUT!-verkætlanini hava norðurlendskir læraraútbúgvarar og lesandi framleitt talgild undirvísingartilfar um evnir innan burðardyggari menning og ment fyrimyndir til at nýta í skúlastovuni ta hálvstruktureradu kjaksháttina, sum Dialogpaus-stovnurin hevur ment.

Alt tilfarið kann nýtast og veitast í ikki-vinnuligum høpi. Tilfarið kann tillagast til egið undirvísingarbrúk, men tillagaðar útgávur kunnu ikki almannakunngerast aftur.